Krevja eina frágreiðing frá Blachman

Nicoline Simone og Jean Michel er skelkað um, at Blachman fríggjadagin tveitti Tandberg & Østenby til hús.

 

-Vit eru ørg um hetta. Vit væntaðu als ikki hatta fór at henda, so tað er greitt, at vit óttast fyri hvat hann kann gera móti okkum, siga Nicoline Simone og Jean Michel við eb.dk.

 

Tey halda tað vera trupult at skilja júst hvat tað var, sum fekk Blachman at taka hasa avgerð.

 

-Um tað var ein stórur munur á framførsluni hjá Morten Benjamin og Tandberg&Østenby, so kanska avgerðin kundi verjast. Men genturnar vóru avgjørt eins góðar og Morten Benjamin, so tað er heilt óskiljandi, siga tey.

 

Vælumtókti bólkurin krevur nú eina frágreiðing frá teirra dómara.

 

-Vit vilja vita, um vit eru trygg. Álitið er burtur, og júst nú eru vit í iva um hvat fer at henda, siga tey við eb.dk

 

Tey skilja væl, at Isabella og Simone vendu bakið til Thomas Blachman, tá ið hann royndi at troysta tær fríggjakvøldið.

 

-Tað er pínligt, at vera sendur til hús av sínum egna dómara, siga Nicoline Simone og Jean Michel við eb.dk.