Í India hevur ein ógvuslig neyðtøkuhending fingið øði í kvinnur og fleiri politikarar, sum millum annað krevja, at deyðarevsing verður sett í gildi. Sjálvt løgreglan vil hava heimild til deyðarevsing fyri neyðtøku.
Upprunin til øðina er ein hending seinasta vikuskiftið, tá nakrir menn neyðtóku eina 23 ára gamla kvinnu í einum bussi í høvuðsstaðnum New Dehli. Løgreglan hevur tikið fýra menn, teirra millum bussføraran, men løgreglan leitar framvegis eftir tveimum monnum. Tríggir av teimum tiknu vóru í rættinum í gjár, har teir vórðu varðhaldsfongslaðir.
Løgregluovastin í New Dehli, Neeraj Kumar, sigur við fjølmiðlarnar, at hendingin var óvanliga ógvuslig, og at kvinnan bleiv illa bukað og síðani neyðtikin. Løgregluovastin sigur, at politikararnir eiga at seta deyðarevsing í gildi í sambandi við neyðtøku. Sum er er harðasta revsing fyri neyðtøku 10 ára fongsul.










