Í Grikkalandi vil tann sera høgrasinnaði flokkurin Gyltur Morgun hava deyðarevsing aftur í gildi, men tó bara fyri innflytarar úr øðrum londum. Deyðarevsingin bleiv tikin úr griksku lóggávuni í 1993, og hon bleiv seinast brúkt undir hernaðarstýrinum fyrst í sjeytiárunum.
Gyltur Morgun vil vera við, at "útlendskir drápsmenn" hava broytt Grikkaland til ein frumskóg, og at tað tí er neyðugt við heimild til at døma útlendingar til deyða fyri ógvuslig brotsverk.
Harafturat krevur flokkurin, at løgreglan skal sleppa at brúka herútgerð fyri at steðga "tungt vápnaðum útlendskum brotsmonnum", sum flokkurin tekur til.
Gyltur Morgun er triðstørsti flokkur í grikska tjóðartinginum.