Krevja Bush at vitna

Verjarnir hjá trimum amerikonskum hermonnum, sum eru ákærdir fyri at hava farið illa við irakskum fangum, vilja hava George W. Bush, forseta at vitna í rættinum

IRAK

Umframt forsetan vilja verjarnir eisini sleppa at avhoyra verjumálaráðharran, Donald Rumsfeld, sum vitni. Ein av verjunum, Paul Belgrin, hevur skuldsett Bush og Rumsfeld fyri at hava skákað sær undan Geneve-sáttmálanum. Hann vil vera við, at fangavørðurin, sum hann er verji hjá, bleiv biðin um at mýkja teir iraksku fangarnar fyri at fáa teir at siga tað, sum teir vistu.
Verjarnir kravdu eisini, at tveir av teimum ovastu amerikonsku generalunum í Irak, skuldu avhoyrast, og í gjár fingu teir sín vilja. Dómarin gjørdi av, at generalarnir John Abizaid og Ricardo Sanches skulu avhoyrast.