Bretska herleiðslan sigur, at tann átta ára gamla irakska smágentan Hanan Saleh Matrud varð rakt, tá ein bretskur hermaður skjeyt eitt ávaringarskot, men Amnesty International heldur uppá, at hermaðurin skjeyt hana við vilja.
? Vit krevja, at hasin hermaðurin kemur fyri rættin, og at hann verður dømdur, siga foreldrini við BBC.
Hanan varð rakt av einum skoti frá einum bretskum hermanni har suðuri í Irak tann 21. august í fjør. Hon doyði dagin eftir. Bretska herleiðslan sigur, at talan var um eitt óhapp, men fólk, sum vóru á staðnum, hava greitt frá, at hermaðurin siktaði, áðrenn hann skjeyt.
Aftan á drápið fingu foreldrini eitt bræv frá bretsku herleiðsluni. Har stóð, at gentan var rakt í sambandi við, at hermenninir høvdu skotið ávaringarskot eftir nøkrum unglingum. Eingin umbering stóð í brævinum.
Sambært Amnesty International er hetta tann vanliga frágreiðingin, tá sivilfólk verða rakt av skotum. Tey avvarðandi fáa lítið ella einki at vita, og tað sindrið, sum tey kanska fáa at vita, er ofta skeivt.