Morgan Tsvangirai, sum er formaður í andstøðuflokkinum MCC, varð tikin sunnudagin saman við nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum. Teir hildu fund í høvuðsstaðnum Harare, tá løgreglan brádliga tók teir.
Í gjár vildu umboð fyri andstøðuna vera við, at Morgan Tsvangirai var fluttur á eitt sjúkrahús við løstum, sum hann hevði fingið í varðhaldinum. Aðrir fangar høvdu greitt frá, at fýra løgreglumenn høvdu bukað andstøðuleiðaran, sum millum annað hevði fingið løstir í høvdið. Onkur tíðindastova skrivaði, at Morgan Tsvangirai hevði mist vitið.
USA og fleiri lond í Vesturheiminum fordømdu í gjár framferðina hjá zimbabwisku myndugleikunum.
- Robert Mugabe, forseti, og stjórn hansara hava ábyrgdina av tí, sum er hent, og forsetin og stjórnin skulu síggja til, at andstøðupolitikararnir fáa virðiliga viðferð, og at teir verða latnir leysir alt fyri eitt, stóð í boðunum frá amerikanska uttanríkisráðnum.
ST-aðslskrivarin, Ban Ki-moon, hevur eisini kravt, at Morgan Tsvangirai og hinir andstøðupolitikararnir verða latnir leysir beinanvegin. Tað sama sigur ES, sum leggur afturat, at stýrið hjá Robert Mugabe, forseta hevur ábyrgdina av vælferð teirra.
Í gjár royndu nakrir evropeiskir diplomatar at sleppa at tosa við Morgan Tsvangirai, men løgreglan vísti teimum burtur. Doplomatarnir skuldu royna aftur í dag. Talsmenn hjá andstøðuni siga, at løgreglan hevur fingið boð um at fjalda andstøðuleiðaran, til hann er komin fyri seg aftur eftir ta ringu viðferðina í varðhaldinum.