Samhaldsfasti er ein sólskinssøga. Hann riggar væl og hann skal hava frið. Tað krevja heili 26 fakfeløg nú í eini almennari fráboðan til samgonguna.
Tey vísa á, at útgjaldið úr Samhaldsfasta er 5.590 krónur um mánaðin, og tað er eitt týðandi ískoyti hjá øllum pensjonistum.
– Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir, siga tey
Ællar samgongan at gera broytingar í pensjónini, skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta, staðfesta tey.
Tey vísa á, at Samaldsfasti fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum politikarum úr øllum flokkum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein eftirlønargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.
– Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava goldið í grunnin og hava umsitið hann ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.
– Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll, tað skal hann framhaldandi vera.
– Boðskapurin frá undirritaðu fakfeløgum er greiður – latið Samhaldsfasta fáa frið, siga tey.
Og tey 26 fakfeløgini, sum hava skrivað undir fráboðanina, eru:
Akademikarafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Grafiska Yrkisfelagið
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Handverkarafelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Landsfelag Handverkaranna
Ljósmøðrafelag Føroya
S&K Felagið
Samtak
Skála Handverkarafelag
Starvsmannafelagið
Vágs Handverkarafelag
Tvøroyar Handverkarafelag
Her skal kortini leggjast afturat, at bæði Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Handverkarafelag , eru meginfeløg, sum hava nógv lokalfeløg kring landið undir sær, so hetta man tátta væl í, at øll fakfeløg í landinum eru við í hesi fráboðanini.











