Fólkapensjónistar krevja nú, at ætlanin at skerja grundupphæddina í fólkapensjónina, verður slept.
Tað er niðurstøðan á fundi, nú seinnapartin, har yvir 300 pensjónistar hittust at viðgera støðuna, nú samgongan ætlar at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini yvir 500 krónur.
Tey krevja eisini, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað minst 500 krónur um mánaðin, soleiðis sum politisku flokkar høvdu lovað teimum í valstríðnum.
Hinvegin fegnast tey um, at samhaldsfasti verður hækkaður, men tey átalað kortini, at samhaldsfasti, skattalætti og lækkingin í kringvarpsgjaldinum verður blandað upp í pensjónina. Og tey átala eisini, at samhaldsfasti verður settur ístaðin fyri fólkapensjónina.
Tað er eisini eitt krav frá pensjónistunum, at teir sleppa við í arbeiðsbólkin, sum skal viðtera spurningin um, hvussu ein nýggj pensjónsskipan skal vera.