Nú skal Fiskavirking antin lata tað stóra flakavirkið í Vági uppaftur- ella skal tað takast niður.
Hetta eru treytirnar, sum Føroya Fiskavirking nú fær frá Vágs Býráð.
Eftir at gamla Polarfrost í Vági hevur staðið tómt í fleiri ár, hava vágbingar nú mist tolið við Fiskavirking, sum eigur virkið.
Og á býráðsfundi beint fyri páskir, samtykti býráðið einmælt at seta Fiskavirking tvinnar kostir:
Antin verður virksemi aftur á virkinum, ella skal tað takast niður.
Býráðið hevur samtykt at biðja sakførara arbeiða við málinum fyri seg og hann fer nú at seta seg í samband við Fiskavirking um málið.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur at Fiskavirking fær tveir mánaðir at svara býráðnum aftur, hvørjar ætlanir eru við virkinum.
? Og verður virksemið ikki tikið uppaftur beint nú, verður Fiskavirking biðið um at taka virkið niður, so at okkurt annað virkið kann verða bygt har, um so verður.
? Talan er um eitt stórt grundstykkið uppá 6.000 fermetrar og tað er eitt ov stórt økið til at tað skal liggja steindeytt.
Hóast tað er Fiskavirking, sum eigur sjálvt virkið, er tað Kommunan, sum eigur stykkið, sum virkið stendur á.
Sostatt er tað Kommunan, sum hevur leigað stykkið út til at seta fiskavirkið á.
Og verður ikki fiskaarbeiðið aftur á virkinum nú, fer kommunan at siga leigusáttmálan upp, og so má Fiskavirking taka virkið niður.
Í leigusáttmálanum stendur, at verður virkið í tvey ár ikki brúkt til tað, sum tað varð ætlað til, nevniliga til fiskavirki, kann kommunan siga leigusáttmálan upp og tað er hendan ásetingin í sáttmálanum, sum kommunan nú ætlar at brúka.
Jógvan Krosslá sigur, at býráðið í Vági er púra samt um, at nú verður ikki bakkað aftur, men at farast skal til botns í hesum málinum
? Vit eru avgjørt til reiðar at gera tað, sum gerast skal, fyri at fáa virkið ígongd aftur- ella skal tað takast niður, so at rúmd verður fyri øðrum, um so skuldi verið, sigur Býráðsformaðurin í Vági.