Landið skal gera ein tunnilin oman fyri Havnina.
Tað er eitt treytaleyst krav frá Tórshavnar býráð.
Í fleiri ár hava Landsstýrið og Býráðið telvað um, hvussu tann nýggi vegurin til og úr Havnini skal vera, eftir at Eysturoyartunnulin er tikin í nýtslu.
Í 2016 varð ein avtala gjørd ímillum býráðið og táverandi landsstýrismann í samferðslumálum, Henrik Old, um, hvussu vegurin skuldi leggjast, og hvussu nógv, ávikavist Landskassin og Tórshavnar býráð, skuldu rinda.
Men tað stóð eisini í semjuni, at tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin.
Talan er um ein tunnil frá Villingadalsvegnum til Undir Kerjum við Hotel Føroyar. Tað er ein tunnil upp á 1,5 kilometrar, sum ógvuliga leysliga mett, kostar 100 - 130 milliónir, og landið og kommunan skulu fíggja hann helvt um helvt.
Men talan verður um landsveg, so Landverk skal reka hann.
Tórshavnar Býráð hevur samtykt avtaluna, men hinvegin er avtalan fullkomiliga strandað í Landsstýrinum, tí har eru at kalla eingir pengar settir av til endamálið, og enn minni er avtalan samtykt í Løgtinginum.
Men nú hevur Tórshavnar Býráð fingið nokk, og tí hevur býráðið nú samtykt at fara í samráðingar við landsstýrismannin í samferðslumálum, beinanvegin, um at fáa eina loysn á málinum.
Sostatt krevur býráðið nú, at avtalan frá 2016 verður hildin.
Og býráðslimir halda, at tað gongur sjón fyri søgn um, at nú er ferðslutrýstið so stórt, at einki annað enn ein tunnil kann koma upp á tal.
Og samstundis ger býráðið ger púra greitt, at eingin vegur skal gerast ígjøgnum Krákugjógv, men nú skal býráðið so annars samráðast við landsstýrismannin í samferðslumannin um, akkurát hvar tunnilsmunnarnir skulu vera.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur illgruna um, at meirilutin í býráðnum er farin at linka í kongunum.
Hann heldur, at hetta var eitt mál, alt býráðið kundi verið samt um, og hann harmast um, at tann fulla semjan nú er farin fyri skeyti, og at samráðingar skulu vera um tunnilin.
Men tað er borgarstjórin ikki samdur í. Fara vit undir samráðingar, kann tað enda við eini loysn, men tað kann eisini enda úrslitaleyst. Men tað lat tað vera púra greitt: Traðirnar við Krákugjógv og har um vegir skulu ikki takast til veg, og tað skal eingin vegur leggjast ígjøgnum Krákugjógv, tí har skal tunnil vera, sigur Annika Olsen.
Og hon sigur, at nú býráðið hevur samtykt tað, hevur býráðið enn eina ferð staðfest, at talan skal vera um ein tunnil.
Og hóast samráðing verður um, akkurát hvar tunnilsmunnin skal vera, staðfestir Annika Olsen, at hann skal so mikið ovaliga, at hann verður knýttur í Marknagilsvegin og ikki í Ringvegin.
Annfinn Brekkstein heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at Býráðið heldur fast um, at tunnilsmunnin skal vera oman fyri Hotel Føroyar.
Hann sigur, at sjálvsagt er tað Tórshavnar Býráð, sum skal gera av, hvar tunnilsmunnin skal vera, og ikki Landsverk.
– Býráðið skal rinda helmingin av tunlinum, og tí skal býráðið eisini gera av, hvar tunnilin skal vera, sigur hann.











