Krevja arbeiðsloyvi frá Shepherd í Føroyum

Tað skal ikki verða so lætt hjá fólkum frá Sea Shepherd at koma til Føroya at arbeiða ímóti grindadrápi

 

Hereftir skulu fólk frá Sea Shepherd, sum koma til Føroya at mótarbeiða grindadrápi, hava arbeiðsloyvi.

 

Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum.

 

Samgongan arbeiðir við fleiri tiltøkum, sum skulu avmarka rásarrúmið hjá Sea Shepherd at virka í Føroyum, og fyri stuttum skrivaðu vit her á www.in.fo, at eitt nú verður eitt uppskot, lagt fyri Løgtingið, sum gevur føroyskum myndugleikum heimild til at nokta skipum at koma inn um 12 fjórðinga sjómarkið undir ávísum umstøðum.

 

 

Les meiri her: Nokta nú skipum  hjá Sea Shepherd at koma til Føroya

 

 

Eitt annað tiltak, samgongan arbeiðir við, er, at hereftir skal tað ikki bera til hjá fólki frá Sea Shepherd at koma til Føroyar at virka, uttan at fyrst at hava fingið arbeiðsloyvi.

 

Og tað er ikki vist, at fólk, sum koma higar við einum einasta endamáli, og tað er at bróta landsins lógir, fáa arbeiðsloyvi.

 

Hetta er ikki eitt tiltak, sum krevur, at at tað verður lagt fyri Løgtingið, men Poul Michelsen sigur, at hann hevur sent danska ráðharranum á økinum, eina áheitan um at herða reglurnar á hesum øki og um at tryggja, at reglurnar verða hildnar.

 

Poul Michelsen ásannar, at tað kann vera torført at prógva, akkurát, um umhvørvisfólk beinleiðis arbeiða í Føroyum.

 

Men hann sigur, at í øllum førum er tað soleiðis, at leiðarar, og millumleiðarar, eru løntir av Sea Shepherd, og so hava tey ikki loyvi at arbeiða í Føroyum, uttan at hava arbeiðsloyvi.

 

- Tey, sum koma til Føroya skulu hava arbeiðsloyvi, og tey, sum koma higar at arbeiða fyri Sea Shepherd, mugu lúka somu treytir, sum øll onnur, ið koma higar at arbeiða sigur Poul Michelsen.

 

 

Harafturat fer Poul Michelsen eisini at seta eina skipan i verk, har føroyskir myndugleikar fara at gera landinum, har skipini hjá Sea Shepherd eru skrásett, vart við, at eitt skip undir teirra flaggi, brýtur føroyska lóg.

 

- Skipini hjá Sea Shepherd eru skrástt í Niðurlondum og koma Sea Shepherd skip aftur higar og gera seg inn á grindadráp, fara myndugleikar í Niðurlondum at fáa boð um, at skip undir teirra flaggi, brýtur okkara lóg. Og samstundis verður heitt á myndugleikarnar í Niðurlondum um at taka ábyrgd av teimum skipum, sum sigla undir teirra flaggi.

 

- Avleiðingin av tí kann vera, at Niðurlond strika skipuni hjá Sea Shepherd úr teirra skipaskráseting, sigur Poul Michelsen.