Krevja 6500 milliardir frá bin Laden

Amerikanarar krevja nú hálva sjeyndu milliard krónur í endurgjaldi fyri yvirgangsatsóknina 11. september í 2001.

Tveir amerikanskir sakførarar eru farnir undir eitt endurgjaldsmál, sum má sigast at vera eitt av teimum sera sjáldsomu.

Joe Rice og Ron Motley hava átikið sær at krevja 6.500 milliardir krónur í endurgjaldi við yvirgangsfelagsskapinum fyri atsóknirnar í New York og Washington fyri góðum tveimum árum síðani. Sakførararnir viðganga, at tað er ógjørligt at leggja sak ímóti felagsskapinum hjá Osama bin laden, og tí ætla teir at krevja pengarnar frá teimum, sum hava ella hava havt samband við bin Laden. Talan er um saudiarabiskar prinsar og bankar.

Teir báðir sakførararnir eru kendir og hava vunnið fleiri endurgjaldsmál. Eitt nú eydnaðist teimum fyri fimm árum síðani at fáa semju við amerikanska tubbaksídnaðin - eitt mál, sum gav teimum stevnandi heilar 246 milliardir dollarar. Teir hava eisini fingið semju í einum máli ímóti amerikanska asbestídnaðinum, og har eydnaðist teimum eisini at fáa ídnaðin at rinda nógvar milliardir krónur.

Eygleiðarar ivast í, hvat teir báðir fara at fáa burtur úr at krevja endurgjald fyri atsóknirnar í USA, men teir halda, at málið kann gera tað turplari hjá bin Laden at útvega pengar til sítt virksemi.