Mong sum hyggja eftir Premier League hava hildið, at børnini sum leiða Premier League spælarar inn á vøllin til ein dyst í Premier League, hevur bara verið ein vakur og góður siður, men so er ikki á øllum leikvøllum í Onglandi.
Eisini her er talan um pengamaskinina, sum skal røktast, og tað er ikki smávegis grádigheit summi feløg í Premier League vísa.
Virda enska blaðið "The Guardian" hevur gjørt rannsóknir, sum vísa, at summi Premier League feløg krevja upp til 600 bretsk pund fyri, at eitt barn kann leiða ein Premier League spælara inn á vøllin til ein dyst í Premier League.
Enn taka Arsenal, Aston Villa, Chelsea, Everton, Liverpool, Manchester City, Manchester United, Southampton og Sunderland einki frá børnunum og foreldrum teirra, men onnur feløg vísa eina stóra grádigheit.
Queens Park Rangers og Swansea krevja 450 bretsk pund pluss meirvirðisgjald, fyri, at eitt barn kann leiða ein spælara inn á vøllin. Størstu grádigheitina vísir tó West Ham United, sum krevur heili 600 bretsk pund frá einum barni og foreldrum tess.
Tottenham krevur millum 250 og 400 pund. Leicester City krevur millum 300 og 400 pund, meðan Crystal Palace krevur millum 150 og 425 pund. Stoke. Burnley, West Bromwich Albion og Hull City krevja millum 330 og 390 pund.
Bretska pundið hevur eitt virði á 9,5 danskar krónur.