- Vit vilja sjálvandi hava somu lønarhækking sum arbeiðarafeløgini fingu í síðsta mánað.
Páll Poulsen, nývaldur formaður í Lærarafelagnum, staðfestir, at nú nýggjur sáttmáli skal gerast á almenna arbeiðsmarknaðinum, fara tey, sum eru í starvi hjá tí almenna, eisini at krevja lønarhækking.
Sáttmálin gongur út 30 september á midnátt, men samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála eru so smátt byrjaðar.
Fyrsti fyrireikandi fundurin hevur verið og í næstum verður so tann fyrsti veruligi samráðingarfundurin.
Á tí fundinum fara fakfeløgini og fíggjarmálaráðið at leggja fram tey krøv og ynski tey hava til tann nýggja sáttmálan.
Hesuferð er tað nýggja hent, at fimm stór fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum samráðast saman og tað er ongantíð roynt fyrr.
Tað eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum eisini hevur fólk í almennum starvi.
Hetta er ein stórur og sterkur samráðingarbólkur tí tilsamans umboða tey eini 5000 alment lønt starvsfólk av ymsum slagi.
Krevja lønarhækking
Formaðurin í Lærarafelagnum váttar, at eitt av hesum krøvum er, at lønin skal hækka líka nógv, sum hon hækkar í sáttmálanum, sum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafeløgini skrivaðu undir fyrst í mai.
Tað vil siga, at tey alment løntu fara at krevja eina lønarhækking, sum tilsamans er 3,8% tey bæði nætu árini.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá ið ein bólkur í samfelagnum hevur fingið eina ávísa lønarhækking, vænta vit at fáa minst líka góðar sømdir, leggur hann afturat.
Serstøk krøv
Tey fimm fakfeløgini, sum samráðast saman, eru ikki felags um øll krøvini, sum tey vilja hava við í tann nýggja sáttmálan.
Hvørt av feløgunum hevur eisini síni serstøku krøv og tey verða so løgd fyri fíggjarmálaráðið seinni.
Fundur um tey serstøku krøvini hjá hvørjum einstøkum felag verður seinast í juni.
Kortini væntar Páll Poulsen, at rættiligt glið kemur ikki á samráðingarnar fyrrenn summarferian er farin aftur um bak, ella síðst í august og í september.
Støðið er ikki lagt
Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera almennar viðmerkingar til samráðingar.
- Vit føra ikki samráðingar í fjølmiðlunum, sigur hann.
Men hann vil ikki vera við, at lønarhækkingin, arbeiðarafeløgini fingu fyri einum mánað síðani, skulu leggja støði fyri hesum samráðingunum.
- Vit hava frælsar og óheftar samráðingar og tað halda vit okkum til, sigur hann.
Annars hava fleiri topp-politikarar ført fram, at hetta er ikki rætta stundin til lønarhækkingar.
Men heldur ikki tað vil leiðarin á lønardeildini gera viðmerkingar til.
Í hesum sambandi kann upplýsast, at hvørt prosent, almennu lønirnar hækka, føra til eina eyka útreiðslu hjá landskassanum upp á einar 20 milliónir.
Skulu almennu lønarsáttmálarnir fylgja teimum lønarhækkingunum, arbeiðarafeløgini fingu, fer tað sostatt at føra til eina eyka útreiðslu hjá landskassanum upp á slakar 80 milliónir um árið.