Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu víðkar nú um sítt virksemi og fer inn á asfaltmarknaðin. Umframt Landsverk, eru ikki so nógvir aktørar á hesum arbeiðsøki í Føroyum, og tí hevur fyritøkan júst gjørt stórar íløgur í nýggja útgerð til asfaltarbeiði.
- Av tí at vit longu hava lastbilar, flutningsamboð og fleiri fólk í starvi, var tað upplagt hjá okkum eisini at bjóða okkum fram til asfaltarbeiði.
Tað sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton.
Nýggja útgerðin hjá fyritøkuni kom til landið í gjár, so nú er klárt at fara í gongd við asfaltarbeiði. Talan er um útleggjarar, trumlir og onnur amboð, sum skulu til fyri at asfaltera vegir, parkeringspláss, tún og annað.
- Fyri Kreton er hetta ein týðandi broyting, tí nú fer felagið frá at vera undirveitari til at vera heildarveitari til kommunur, fyritøkur og stovnar kring landið, sigur stjórin, Eyðun Magnussen.