Krepputiltøk heldur enn langtíðarætlanir

Nú er tað aftur vorið í lagi at arbeiða hjá tí almenna til tú til fyllur 70 ár

Tá landið hevur brúk fyri tær

Nú er tað aftur vorið í lagi at arbeiða hjá tí almenna til tú til fyllur 70 ár.

Alt gott um tað, men hvør er veruliga orðsøkin til at landið nú hevur brúk fyri fólki yvur 67 ár? Fyri fáum døgum síðani var tað knívskorið, at eingin slapp at halda á framm í sínum stavið, eftir at tey eru fyllt 67 ár.

Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum orka at arbeiða við t.d. menniskjum líka til tey fylla 67 ár, so sum pedagogar og hjálparfólk, ið arbeiða í barnagarði ella innan serøkið, tí hetta er ikki nøkur løtt uppgáva. Arbeiðsuppgávan er krevjandi bæði kroppsliga og sálarliga og lítil og eingin førleikamenning er skipað fyri hetta økið.

 

Manglandi arbeiðsmegi er orðsøkin

Fyri mær at síggja er eingin fakpolitisk ætlan í hesu nýggju avgerð. Hetta er ein neyðloysn tí landið nú manglar arbeiðsmegi.

Við vanda fyri at koma at skera øll yvur ein kamb, vil eg staðfesta, at eg veit at starvsfólk eru øll ymisk og tað er ymiskt hvørji krøv vera sett til tann einstaka, og hvussu stóra orku tú hevur at røkja eitt 40 tímar starv líka til tú fyllur 70 ár.

Er nøkur kanning gjørd av innihaldinum í almennu arbeiðsuppgávunum?

Og hvat við teimum sum longu hava pakkað saman, teimum sum ikki var brúk fyri, áðrenn politiski mynduleikin knappliga kom í tankar um at hann hevði brúk fyri teimum alíkavæl.

 

Kanningar vísa tørvin

Ein kanning átti at verið gjørd, sum vísir tørvin á útbúgving, sum lýsir hvørji starvsøkir serliga koma at mangla starvsfólk, hvørjar førleikar tørvur er á og hvussu ein skipað førleikamenning kann tryggja eina famhaldandi góða tænastu.

Eg kann her vísa á eina kanning, sum var gjørd í fjør, um hugburðin til eldri starsfólk á pedagogiskum arbeiðsplássum. Hendan kanning vísti, at starvsfólk í stóran mun mettu tað vera neyðugt at ein skipað førleikamenning fer framm á pedagogiskum arbeiðsplássum og at møguleki skal vera fyri ørvísi arbeiðsuppgávum til eldri starvsfólk. Ein stórur partur segði seg eisini ynskja at sleppa niður í tíð og ynskir at pensjónsaldurin fer niður. Tey halda tað vera ov strævi at arbeiða sum pedagogur ella hjálparfólk til ein fyllur 67 ár.

Hetta stendur tí í beinleiðis ansøgn við nýggju útmeldingarnar.

 

Eg haldi tað vera sera umráandi at gera lýsingar av innihaldinum í arbeiðnum innan tað almenna og at tryggja ungum sum eldri ein skipaða førleikamenning alt arbeiðslívið.