Kreppustýring avhongur av áliti

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, setti í dag norðurlendsku koronaráðstevnuna ”Corona i Norden – krisehåndtering og samarbejde,” sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.

 

Í røðuni umrøddi løgmaður millum annað álvarsligu støðuna í Evropa, har álitið á myndugleikar í fleiri londum er undir trýsti orsaka av koronakreppuni. Slíkt álit er altavgerandi, um vit skulu koma skynsamt ígjøgnum koronukreppuna, vísti løgmaður millum annað á í røðuni. Les alla røðuna niðanfyri.

 

Uttanríkis og Mentamálaráðnum skipaði fyri ráðstevnuni saman við Norurlandaráðnum.

 

Á ráðstevnuni luttóku millum annað samstarvsráðharrarnir úr Finlandi, Norra, Álandi, Grønlandi og Danmark. Harumframt luttóku forsetin fyri Norðurlandaráðið, Bertel Haarder, aðalskrivarin fyri Norðurlendska Ráðharraráði, Paula Lehtomäki og aðalskrivarin fyri Norðurlandaráðið, Kristina Háfoss.

 

Rðan sæst her

 

Kreppustýring avhongur av áliti - Løgmansskrivstovan (lms.fo)