Kreppuskuld

Anna Katrin Matras, Samskiftis- og kunningarfólk

Anna Katrin Matras, Samskiftis- og kunningarfólk
------

So komu boðini aftur til fólkið: “Orsøkin til at vit ikki koma burturúr kreppuni er, at fólkið situr ov fast á pengunum, tey brúka alt ov lítið”.

Nú gongur á sætta ári síðani seinastu stóru fíggjar­kreppuna, sum rakti víða um í heiminum eins og í norðurlondum og her heima á klettunum í Føroyum. Tey fáu spurdu: hvussu skal hetta kunna halda á í longdini? Hava øll longu gloymt hvat 80’ini við sínum ørskapi av forbrúki gjørdu við føroyska samfelagið? Endin var jú, at landið for av knóranum og varð sett undir umsiting.

Men nei, vit fingu umaftur og umaftur at vita, at soleiðis átti tað at verða. Tað var gott, at vit brúktu alt tað vit áttu og meira enn so. Manglaði í, ja so var bara at venda sær til ein av peningastovnunum ella onkran annan lániveitara, sum kundi lána tær peningin til tað tú ynskti tær. Tað var hetta, sum fekk hjólini at mæla.

Ræðudømi varð grannin fyri norðan, Ísland. Har vóru ongi mørk fyri hvat kundi gerast. Og havt tey kundu keypa. Ikki bara í sínum egna landi, men runt um í øllum heiminum. Fleiri vóru ørkymlaði, men svarið varð aftur og aftur, at hetta var vegurin fram. Soleiðis gjørdist ein verðinstjóð og verðinsborgari.

Alt vaks í virði og ikki minst virðisbrøvini kundu gera teg til millióning. Vit skuldu investera alla okkara uppsparing í hesi virðisbrøv, tí so vóru vit tryggjað restina av lívinum og fleiri ættarlið fram.
Onki undur í, at fólk at enda trúðu boðskapinum og tóku av lánimøguleikum, sum sendi tey á ørmundar­hús. Bobblan brast og fíggjarheimurin varð lagdur í sor. Øll stóðu púra býtt og skiltu onki, men hugsaðu hvør í sínum lagi, hvør nú skuldi gjalda gildið. Og ikki minni um, hvat varð nú av hasum tryggleikanum?

Men har var sum altíð ongin ivi. Tann klóki hevði enn einaferð snýtt tann minni klóka. Tí tá fólk sjálvi høvdu valt at taka av “tilboðunum”, tikið lán og seta alt tað tey áttu uppá spæl, ja so máttu tey eisini taka ábyrgdina av sínum gerðum. Tey høvdu sjálvi valt at lurta eftir ráðgevarunum !!!

Men lærdi fólki so nakað av hesum ráðgevunum?

Hesin tankin slóð meg, tá eg hendan dagin aftur sá ein “ráðgeva” í eini tíðindasending í sjónvarpi greiða frá, hví vit sita so føst í kreppuni og ikki klára at fáa hjólini at mæla aftur av álvara. Jú vit, fólki, situr alt ov føst á pengunum, vit tora ov illani at brúka peningin vit forvinna. Hugsa ov nógv um at spara upp og alt í verðini ov lítið um at forbrúka. Hevði fólki bara funnið útav hesum, ja so var heimurin langt síðani komin burturúr hesi seinastu fíggjarkreppuni og tað hevði aftur farið at grógvi um gangandi fót.

Og eg hugsaði fyri mær sjálvari og hvat so tá kassin enn einaferð er tómur og skuldin er himmalhøg.
Tá hevur fólkið aftur feilin, kæri ráðgevi !!!