Ofta hava gull og æra staðið upp á spæl, tá liðini havt hitst, men hesa ferð er tað tó mest æran í so máta. KÍ kann so als ikki loyva sær at hugsa gyltar tankar, men er tað ístaðin lívið í deildini, sum tað ræður um at bjarga. Til hetta hava teir við einum undantaki allar mans tøkar. Símun Joensen fekk um vikuskiftið sítt áttanda gula kort, og tí er hann leikbannaður. Nýggjur maður í hópinum verður helst Kristian á Lakjuni.
Hjá HB er lagið í botni eftir tapið í Runavík, og tey flestu munnu helst halda, at liðið nú er úti úr gulldystinum. Og í øllum førum er neyðugt við trimum stigum í Klaksvík, um tann dómurin ikki skal vera heilt definitivur.
Til dystin hevur HB ikki Hans á Lag, sum fekk reytt kort seinast. Hartil er ivasamt, um Jákup á Borg er tøkur. Hann hitaði upp seinast, men fekk ikki tikið lut í sjálvum dystinum.










