Fiskivinna
? Kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk fyri 10 árum síðani, hava nú skapt eina nýggja kreppu.
Tað heldur Jákup Joensen í Lopra, sum bæði er gamal í garði sum vinnulívsmaður og sum eisini hevur verið løgtingsmaður.
Hann sipar til loysnina við Fiskavirking og Framtaksgrunninum, sum vórðu settar í verk fyri at fáa endurrreisa Føroyar eftir kreppuna í nítiárunum.
Tað var Jákup Joensen, sum bygdi tað stóra flakavirkið í Vági, men hann hevur ikki so øgiliga nógvar viðmerkingar til støðuna.
?Fiskavirking og Framtaksgrunnurin vóru kreppuloysnir. Men ein kreppuloysn eigur at verða tikin av, tá ið kreppan er av.
Tað vóru hesar kreppuloysnirnar ikki og tí hava tær skapt eina nýggja kreppu, í hvussu so er í Suðuroy.
Ì kjalarvørrinum á kreppuloysnunum við Fiskavirking og Framtaksgrunninum, var Polarfrost í Vági stongt og tað hevur verið at kalla stongt síðani.
Samstundis gjørdu politikararnir harafturat av at steðga beinleiðis flutninginum ímillum Suðuroynna og Skotland, so at allur útflutningur úr Suðuroy mátti til Havnar og tað var fíggjarligur steinnur oman á byrðu hjá vinnulívinum í Suðuroy.
? Tað er ongin meining í, at tað stóra flakavirkið í Vági skal standa stongt.
Men hann heldur tað er ov lætt at siga, at tað er bara at loysa Flakavirkið í Vági burturúr Fiskavirking.
?Fiskavirking hevur eina fyritøku, sum skal rekast. Og er tað so, at Fiskavirking og Framtaksgrunnurin eru vinnurekandi burturav og bara skulu hugsað um úrslitið á niðastu reglu, má sigast at teir hava borið seg skilagott at. Tí letur tað stóra flakavirkið í Vági upp, fáa teir ein harðan kappingarneyta um rávøruna og tað er onki at siga til, at teir ikki vilja skaffa sær ein slíkan kappingarneyta.
Hann vísir eisini á, at virkið í Vági er stórt og tað er ómetaliga tungt at reka, so tað krevjast sera stórar nøgdir av fiski til, fyri at fáa lønandi rakstur í tað.
?Og Fiskavirking ivast helst í, um tað ber til at fáa slíkar mongdir av fiski, at lønandi rakstur í virkið.
?Men nakað annað er tað, at loysnin við Fiskavirking skuldi skuldi verið avtikin, tá ið kreppan var av.
? Men tað var hon ikki og úrslitið er, at virkið í Vági stendur stongt og kreppa er framvegis í Suðuroy og serliga í Vági, sigur Jákup Joensen.
Hann sigur at orsøkin til at tað mangan gongst so illa, eru teir vánaligur karmarnar við flutningskostnaði og ?møguleikum.
? Men at tað mangan gongst so illa, skapar eisini ótryggleika og ger tíverri, at mong missa álit á, at tað ber til. Men fáast karmarnar í rættlag, skuldi taðborið einsvæl til í Suðuroy sum aðrastaðni, tí vinnulívsfólk í Suðuroy eru líka dugnalig sum aðrastaðni.
Sølan haltar
Annars evur hann varhugan av, at søluapparatið hjá føroysku fiskivinnunu haltar, so tað munar.
? Vit eru í teirri støðu, at vit hava nógvar seljarar. Tí havi eg varhugan av, at seljararnir mangna undirbjóða hvønn annan fyri at sleppa av við fiskin og tað kann aldrin vera rætt.
? Skal ein seljari sleppa av við fisk, kann hann ikki trýsta prísin upp. Hann verður tvørturímóti noyddur at trýsta prísin niður fyri at tekkjast keyparanum og tað er heilt øvugt av tí, tað átti at verið.
Hesi støðu vóru føroyingar í fyrr, men tá var niðurstøðan, at neyðugt var at samskipa søluna fyri at fáa sum mest burturúr og tí varð Fiskasølan stovna.
? Er tað nakað, sum skuldi verið samskipað í eina eind í Føroyum, er tað sølan avfiski, sigur Jákup Joensen.