Kreppuloysn í inntøkutíðum

Henrik Old heldur, at nú er botnurin náddur hjá samgonguni. Grundgevingin við, at avgjøldini skulu betra um heilsustøðuna og umhvørvið eru bert undanførslur fyri, at tað táttar í fíggjarliga

Í lesarabrævi í blaðnum í dag hartar Henrik Old landsstýrinum fyri ætlanirnar at økja avgjaldið á plastposum og søtmeti. Hann heldur, at nú má botnurin verða náddur. Henrik Old heldur tað verða óskiljandi, at landsstýrið setir kreppuloysnir í verk í inntøkutíðum.
Gaman í hava fiskaprísirnir verið hægri, men vit fiska sum ongantíð fyrr, og tískil átti tað ikki verið neyðugt við avgjøldum. Henrik Old sigur, at grundgevingin fyri, at avgjøldini betra um heilsstøðuna og umhvørvið eru bert undanførslur frá einum veruleika, ið er, at tað táttar í at fáa fíggjarlógina at hanga saman.
? Ein kann altíð finna upp á onkra undanførslu, men tað er sannroynd, at teir nýta ein kreppuloysn í góðum tíðum, sigur javnaðartingmaðurin.
Ikki bíligari mjólk
Frá 1. januar í ár hækkaði mjólkarprísurin, og Henrik Old hevði betri skilt grundgevingina fyri avgjaldinum, var nýttur fyri at fáa mjólkarprísin niður aftur, men so er ikki.
?Mjólkarprísurin er farin nógv upp, og tískil hevði eg skilt, um økta avgjaldið varð nýtt til at gera mjólkina bíligari aftur. Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at nýta øktu inntøkurnar í avgjøldum til at betra um heilsustøðuna og umhvørvið, men peningurin fer beinleiðis í landskassan, sigur formaðurin í vinnunevndini at enda.