Kreppuhjálpin til Strandferðsluna – ein rættleiðing

Niels Juel Arge, Virkandi stjóri á Strandferðsluni




Eftir at landsstýrismaðurin fyri Strandferðsluna tann 27. februar Yviri við Strond bar starvsfólkunum í fyrisitingini tey boð, at teirra starvsstaður frá 1. januar 2008 ikki longur er í Tórshavn, men á Tvøroyri, hava nógv fólk - harímillum onkur tinglimur sunnarlaga úr landinum, so seint sum í gjár á Tingsins røðarapalli - gjørt gjøldur burtur úr, at starvsfólkini fingu tilboð um sonevnda kreppuhjálp.
Fyri eina ordans skuld, og fyri at starvsfólkini ikki skulu blíva við at verða háðaði og flent út fyri at hava fingið eitt slíkt tilboð, skal undirritaði hervið gera greitt, at tað fyri tað fyrsta ikki vóru starvsfólkini, ið bóðu um at fáa eitt tílíkt tilboð. Og fyri tað næsta, so tóku eingi av starvsfólkunum av hesum tilboði.
Tað var undirritaði, ið mælti til, at starvsfólkini fingu eitt slíkt tilboð út frá eini meting um, at knappligu boðini um flytingina av teirra arbeiðsplássum kundu fara at kennast skelkandi og svár. So skuldi tað verið komið upp á pláss. Og um fleiri kenna á sær ein tørv á at gera gjøldur burtur úr starvsfólkunum, fari eg hervið at heita á tey um at gevast við hesum, tí starvsfólkini eru so púrasta ósek í hesum leikum.
Skilji heldur ikki, at gjøldur kann verða gjørdur burtur úr starvsfólkum, ið eru fyri slíkum ógvusligum broytingum í teirra starvsviðurskiftum. Men tað eru tíverri tey, ið ikki kunnu bara sær - kanska serliga tí at útivið 20 almenn størv nú verða løgd niður í Tórshavn. Haldi tað eisini vera langt úti, at hesi starvsfólk, sum í áravís trúliga hava tænt Strandferðsluni og føroyskari samferðslu, og fleiri teirra í áratíggjur, skulu hoyra fyri slíkt.
Undirritaði harmast, um hetta tilboðið hevur verið starvsfólkunum til meiri ampa enn til nyttu, tí ætlanin og hugsanin var tann øvugta. Skaðafrøði kann tó vera torfør at vara seg fyri.