Onki spurdust burtur úr einum drúgvum kreppufundi, sum var í kvøld við tí endamáli at loysa trætuna um kappróðurin hjá seksmannaførum við monnum á ólavsøku. Heilar 11 bátsmanningar hjá seksmannaførum við monnum hava gjørt av at boykotta ólavsøkuróðurin, fær Páll fangi ikki harðari revsing fyri at hava skrúvað ein ólógligan lista upp í lærbekkin fyri at hjálpa teimum aftastu rógvarunum at taka bekktøk.
Umboð fyri allar manningarnar, umframt umboð fyri Páll Fanga og Róðrarsambandið hava sitið á einum næstan fýra tíma longum kreppufundi í kvøld í eini roynd at loysa trætuna.
Tað eydnaðist okkum hvørki at fáa fatur á Mass Anthoniussen, sum hevur verið talsmaður hjá seksmannaførunum, ella á formanninum í Róðrarsambandinum. Kappingarleiðarin í Róðrarsambandinum vildi onki siga, men vísti til formannin.
Men Bjarni Hammer, bátsformaður á Tvørabátinum, sigur í heilt stuttari viðmerking, at eftir at fundurin endaði stutt eftir midnátt, at allir partar fóru farnir til hús, uttan at vera komin til eina semju.
Sostatt verður bíðað eftir avgerðini, sum dómsnevndin fer at taka -helst í annaðkvøld- eftir at Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur klagað við kravi um, at Páll Fangi missur stig ella verður kolldømdur tær stevnur, tað kann prógvast, at hann hevur róð við ólógliga bekklistanum.
Men tað skilst á øðrum rógvarum, vit hava tosað við, broytir dómsnevndin ikki meining, stendur fráboðaða boykottið við og so fer Páll Fangi at Rógva einsamallur.










