Kreppufundur um Jón Brian í dag

- Grundgevingarnar fyri at koyra Jón Brian Hvitdfeldt úr starvi eru als ikki haldbarðar, siga starvsfólkini í tíðindadeildini hjá Kringvarpi Føroya millum annað, um fundin í dag, sum tey høvdu við kringvarpsstjóran. Tey 17 starvsfólkini á tíðindadeildini hjá Kringvarpi Føroya, hava í dag verið á fundi við Anniku Mittún Jacobsen, stjóra í Kringvarpinum.

Eftir, at Annika Mittún Jacobsen gav Jón Brian Hvidtfeldt eitt ætlanarskriv um uppsøgn, hava starvsfólkini kravt ein fund við kringvarpsstjóran, sum altso var hildin í dag.

Umboð fyri tey 17 tíðindafólkini vilja ikki siga nakað nágreiniligt um hvat fór fram á fundinum, tó er greitt, at starvsfólkini hava tvíhildið um krav teirra, um at Jón Brian Hvidtfeldt skal vera verandi í starvinum sum tíðindaleiðari.

- Vit endurtóku okkara krav um, at ætlanarskrivi um uppsøgn av Jón Brian Hvidtfeldt skal takast aftur. Vit tosaðu eisini um framtíðar fígging til tíðindadeildina, tí vit eru eisini samd um, at tíðindadeildin i Kringvarpinum fær ov lítla fígging, siga umboð fyri starvsfólkini.

Starvsfólkini siga seg vóna, at Annika Mittún Jacobsen tekur teirra sjónarmið til eftirtektar, og broytir hugsan í hesum málið.

- Grundgevingarnar fyri at koyra Jón Brian Hvitdelft úr starvi eru als ikki haldbarðar, siga starvsfólkini í tíðindadeildini hjá Kringvarpi Føroya.