Fokus tikið av skránni. Ongin Breddi. Grannar okkara avlýstir.
At okkurt er galið í Sjónvarpi Føroya hava fleiri ábendingar verið um í síðstuni. Mikudagin var kreppufundur á Hotel Føroya, har fólk á tíðindadeildini viðgjørdu støðuna saman við leiðsluni. Niðurstøðan var, at tíðindadeildini, sum fyrst og fremst framleiðir Dag og viku, tørvar fleiri fólk.
Flaggskip í havsneyð
Tey, sum gera sær ómak og hyggja nærri, tá rulliteksturin rennur eftir skerminum, hava óivað varnast, at her mátti endað galið. Oftast hava bara tríggir, onkuntíð tveir journalistar framleitt teir umleið 20 minuttirnar, sum Dagur og vika er. Tað man vera heimsmet í sjónvarpshøpi.
Tað hevur ført til, at fólk eru strongd, misnøgd og hava umhugsað at fara aðrastaðni. Tá ið Sjónvarp Føroya herfyri søkti eftir programmfólki, søkti eingin uttanífrá, frættist. Tað er eitt óvanligt sjúkutekin, tí vanliga er sjónvarp tað, sum allir journalistar tráða eftir at sleppa framat.
Verður hugt eftir tølunum, so sæst, at journalistarnir hava arbeiðsumstøður, sum nærkast tí ótolandi. Sjey journalistar eru í starvi. Hálvur annar fer til ítrótt. Ein er redaktør. Ein er upplesari. Ein hevur Breddan og minst ein hálvur fer til Fokus. Eftir eru tríggir journalistar at framleiða til sjálvt flaggskipið hjá SvF. Og er ein sjúkur ella heima hjá barni, so eru tvey fólk til at seta dagsskránna í Føroyum.
Tað hevur ljóðað, at misnøgd hevur verið við, at stjórin ikki raðfestir tíðindapartin nóg høgt. Men fólk av tíðindadeildini, sum Sosialurin hevur tosað við, halda ikki, at tað er kjarnin í málinum. Heldur er talan um, at hann ikki hevur fatað teirra støðu, og á kreppufundinum fekk hann fleiri sannleikar at vita, hann als einki visti um.
Minst fimm fólk
Á kreppufundinum, sum var á Hotel Føroyum mikudagin, var støðan viðgjørd. Ætlanin var alla tíðina at hava temafund hendan dagin, tí umfatandi bygnaðarbroytingar standa fyri framman. Men nú støðan var so vónleys, og fleiri journalistar hóttu við at fara, varð teirra støðu burturav viðgjørd.
Serkøn hjálp kom uttanífrá, bólkar vóru settir niður og allir komu til sama úrslit. Semja var um, at minst 5 journalistar umframt myndafólk burturav skulu fáast við at framleiða til hvørja Dag og viku. Fimm søgur krevja fimm fólk, er niðurstøðan, tí sjónvarp er so tíðarkrevjandi.
Soðið er tunt, verður tíðum sagt um Dag og viku, og tað er helst ikki uttan orsøk. Men tað er ikki tí, at journalistarnir ikki tíma. Journalistar skríggja eftir at sleppa at grava eitt sindur djúpri, sigur ein kelda í sjónvarpinum, men tá manningartrotið er so stórt, so fara teir sjálvandi eftir tí trygga, tí pláss er ikki fyri, at okkurt kiksar.
Fingu lyfti
Sum skilst endaði kreppufundurin á SvF við, at leiðslan gav starvsfólkunum lyfti um, at fleiri fólk vera sett at framleiða tíðindi, og helst skulu minst 5 fólk vera tøk til hvørja sending. Harafturat verður Breddin niðurlagdur, so orkan fer til høvuðssendingina. Broytingarnar koma í gildi beinanvegin.
Ein annar trupulleiki hevur verið útgerðin á sjónvarpinum, sum hevur verið ein forðing fyri framleiðsluni. Nýggj digital útgerð stendur á stovninum, men av tí, at upplæring ikki er fylgd við, samlar hon dust. Tann parturin skal eisini fáast upp á pláss, hava starvsfólkini á tíðindadeildini fingið lyfti um.