Kreppufundur í Kringvarpinum

Starvsfólkið í Kringvarpinum hevur á dag sitið á kreppufundi við leiðsluna. Boðini eru greið: Finnast ikki meirinntøkur, standa umfatandi skerjingar á skránni Fíggjarlig kreppa er eftir øllum at døma ein nærliggjandi møguleiki í Kringvarpinum.

Í dag kallaði leiðslan starvsfólkunum til fundar har boðað varð frá, at um einki hendi á inntøkusíðuni, eru útlit fyri fimm milliónum í halli komandi ár.

Hetta samsvarar væl við, at stovnurin í ár bert megnaði at halda skinnið á nøsini orsakað av ekseptionelt stórum inntøkum í sambandi við Gekkin í summar, sum endaði oman fyri milliónina í vinningi.

Í áheitan á løgtingið smyr leiðslan tjúkt upp á og ber fram, at møguleikarnir skulu finnast í at strika Dag & Viku og 3-2, ella at siga øllum teimum ikki-fastløntu úr starvi. Hetta hevði so gingið út yvir tónleikasendingarnar, kvøldsendingarnar og gudstænasturnar.

Løgtingið hevur ikki higartil vilja hækka kringvarpsgjaldið.