Í morginári verður kreppufundur í donsku stjórnini um gjaldsringin, sum samgonguflokkarnir hava avtalað at seta í verk rundan um Keypmannahavn, men sum flokkarnir ikki kunnu semjast um kortini.
Tað er komið fram, at nógvir sosialdemokratar eru ímóti gjaldsringinum, og Politiken skrivar í kvøld, at sosialdemokratiski flokkurin er til reiðar at sleppa ætlanini. Afturfyri fær SF tilsøgn um um, at tað verður bíligari at ferðast við bussi, toki og metro. Ein partur av fíggingini skal fáast til vega við at hækka bøturnar fyri brot á ferðslulógina.
Spurningurin er so, um SF kann ganga við til at sleppa gjaldsringinum, sum hevur verið eitt hjartamál hjá flokkinum.
Ráðharrarnir, sum hava fingið fundarboð frá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, eru Bjarne Corydon, Villy Søvndal og Thor Møger-Pedersen.