Seinnapartin hittast fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum til at tingast um eina skipan, sum skal skap búskaparliga trygd í limalondunum. Høvuðsmálið við skipanini er at forða fyri, at tann álvarssama kreppan í Grikkalandi skal breiða seg til onnur lond, hvørs búskapur er svikaligur. Her verður serliga hugsað um lond sum Portugal og Spania, men Írland kann eisini koma í vanda.
Tað stóra hallið í evrulondunum og kreppan í Grikkalandi hava elvt til óró á áltjóða fíggjarmarknaðunum teir seinastu dagarnar, og búskaparfrøðingar siga, at tað er sera umráðandi, at ES-ráðharrarnir koma til eina semju, áðrenn marknaðirnir lata upp í morgin.