Óvist er, um Dimmalætting kemur út í dag. Orsøkin er, at fakfeløgini hava noktað limum sínum at fara til arbeiðis á Dimmalætting í dag.
Í løtuni sita starvsfólk og umboð fyri fakfelag á fundi á Dimmalætting og viðgera støðuna.
Dimmalætting hevur verið í tungum sjógvi leingi, og sum skilst hava starvsfólk ikki fingið løn og eftirløn.
Sum in.fo skilir, so hava fakfeløgini Føroysk Miðlafólk, Grafiska Yrkisfelagið og S&K Felagið sett Dimmalætting freistir at fáa viðurskiftini hjá starvsfólkunum í rætt lag, áðrenn seinasta vika var úti.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá virkandi formanni í Føroyskum Miðlafólkum, Ingolf S. Olsen, men tá sat hann á fundi á Dimmalætting. Vit fáa eina viðmerking seinni.