Upptak
Í kreppuárunum her heima var Sandoyggin eitt av útjaðaraøkjunum, sum var harðast rakt. Í ár hevur kreppan so aftur rakt oynna, men hesa ferð er tað so í ítróttahøpi, at so er.
Síðani summarsteðgin hava sandoyingar enn ikki fingið eittans stig, og nú er av álvara farið at sansa at í botninum.
Av teimum fýra dystunum, sum eru eftir á skránni, er talan bert í einum føri um heimadyst, so ivaleyst leggja sandoyingar nógv fyri í royndunum at vinna móti HB sunnudagin.
Sandoyingar hava eisini mest sum alt fólkið tókt, og ivaleyst vóna teir eisini, at heilt fitt av byrgafólkinum verður at stuðla, tá hetta takið skal takast.
Vanliga vildi tað kanska verið soleiðis, at uppgávan móti HB tóktist sum verandi heldur møtumikil, men hetta árið hava havnarmenninir so avgjørt verið til at tosa við, og sæð burtur frá teimum seks stigunum móti EB/Streymi, er einsamalla stigið í Havnini einasta stigið, sum B71 hevur vunnið higar til í ár.
Mannfall í HB
Tosa tey um kreppu á Sandi, so er er støðan ikki heilt ólík í Havnini. Í sigursvanda HB gongur krepputosið av álvara í hesum tíðum, og sum støðan er nú, stevnir besta mansliðið móti vánaligastu plasering síni yvirhøvur.
Tí hava HB-leikararnir eisini nakað at stríðast fyri sunnudagin, men teir mugu so klára seg uttan fleiri av teimum, sum vanliga teljast millum føstu stuðlarnar á liðnum.
Jóhannis Joensen fekk sum kunnugt reytt kort í uppgerðini móti NSÍ, og í øllum førum hevur hann nú leikbann í tveir dystir. Harafturat hava bæði Allan Mørkøre og Janus M. Joensen ov nógv gul kort á kontini, og tí noyðist Ion Geolgau helst at finna sær nøkur heilt nýggj kort til kabalina sunnudagin. At so málverjin, Bárður Johannesen, aftur er skaddur, eins og Vagnur M. Mortensen enn ikki er klárur at spæla er í so máta bert steinur oman á byrðu hjá HB liðnum, sum í ár hevur verið óvanliga hart rakt av skaðum og aðrari fráveru.