Kreppan við at hæsa av í Føroyum

Eitt samanspæl ímillum góð vinnulívsfólk og skilagóðan politikk, hevur borið frukt

 

- Útlitini eru rímiliga góð.

 

Tað heldur Jógvan Sundstein, fyrrverandi grannskoðari, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, og fyrrverandi løgmaður.

 

Í grein í Sosialinum nú um vikuskiftið tekur hann samanum árið í fór og metir um næsta ár. Og hann er bjartskygdur.

 

- Sum heild er nógv, sum bendir á, at fíggjarkreppan er við at hæsa av í Føroyum, sigur hann.

 

Hann sigur, at hetta er takka verið einum samanspæli av avrikunum hjá góðum vinnulívsfólki og einum -sum heild- skilagóðum politikki.

 

Hann sipar til framgongdina í alivinnuni, útbyggingar í uppsjóvarvinnuni , menningina av frálandavinnuni, umframt framgongd í KT vinnu og byggivinnu.

 

- Inntøkuvøksturin í samfelagnum sær út til at halda fram. Alivinnan sær ljóst uppá framtíðina, og ikki minst oljuleiting á føroyskum øki fær búskaparligt árin.

 

Harafturat koma fleiri størri og smærri byggiprojekt, eitt nú nýggi skúladepilin í Marknagili.

 

- Tað sær tí út til, at arbeiðsloysið fer at halda fram við at minka, og økta virksemið gevur størri peningarensl í samfelagnum.

 

- Hetta hevur aftur við sær øktan vælstand, sum aftur er fortreytin fyri framhaldandi vælferð.

 

Men hann heldur eisini, at politikararnir hava stýrt væl.

 

- Her skuldu ymiskar sparingar fremjast, men samstundis skuldi hetta raka einstøku borgarnar sum minst. Hetta hevur í rættiliga stóran mun eydnast, sum tað sæst av búskaparligu og vinnuligu framgongdini og minkandi arbeiðsloysinum.

 

Ikki minst heldur Jógvan Sundstein, at tað var sera skilagóður politikkur at seta flatskattaskipanina í gildi og at forskatta pensjónirnar.

 

- Persónskatturin inniheldur ein hampuliga stóran botnfrádrátt, sum so líðandi kann hækkast, og harafturat kann skattaprosentið uppá 40 lækkast eitt sindur, sum frá líður.

 

Hetta fer at vera til fyrimuns fyri fólk, tá tey koma til pensiónsaldur og fáa útgoldið pensiónina uttan frádrátt av skatti, heldur hann.

 

- Í heila tikið kann sigast, at broytingarnar í skattaskipanini hava verið sera meðvirkandi til at tað loysir seg betur at arbeiða, og harvið til tað minkandi arbeiðsloysi, sigur Jógvan Sundstein.

 

Annars kann greinin, og alt blaðið, keypast í fullum líki við at trýsta HER.

 

Umftamt at lesa um, hvussu Jógvan Sundstein metir støðuna í samfelagnum, ber eisini til at lesa um Tórun í Homrum í Kollafirði, sum hevur fingið tveir nýggjar kjansir at liva, umframt um mangt annað