Í sínari fyrstu fólkatingsrøðu sum forsætisráðharri segði Lars Løkke Rasmussen, at tann búskaparliga kreppan er tann størsta avbjóðingin Lars Løkke Rasmussen segði, at tað er eingin ivi um, at kreppan í Danmark verður verri, enn hon er nú. Hann lýsti kreppuna sum eina av teimum ringastu í fleiri ættarlið.
-Tað er tíverri eingin ivi um, at tað verður verri, áðrenn tað fer at batna, segði forsætisráðharrin.
Lars Løkke Rasmussen segði í røðuni, at tann besti heilivágurin ímóti kreppuni er at gera íløgur í skúlar, dagstovnar, útbúgving, gransking og tiltøk ímóti veðurlagsbroytingum.