Kreppan rakar fótbóltin

Alheims fíggjarkreppan fer eisini at raka fótbóltsheimin, heldur Allan K. Pedersen, sum eigur danska felagið FC Nordsjælland.

- Tað verður truplari at fáa hendur á pengum til feløgini, tí øll hugsa seg væl um, áðrenn tey nú brúka pengar. Gongdin hevur eisini við sær, at vit mugu hugsa okkum serliga væl um, hvat vit brúka okkara pengar til, sigur Allan K. Pedersen við Ekstrablaðið.