- Vit eru fullkomiliga skelkaðar og ljósmøðurnar, alla sum ein, halda hetta vera fullkomiliga burturvið. Vit duga ikki síggja hvussu hetta loysir trupulleikan á føðideildini.
Tað sigur Annika Beina Hoydal, ið er forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya, nú leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sent leiðandi ljósmóður ætlanarskriv.
Avgerðin undrar forkvinnuna í Ljósmøðrafelagnum, ið vísir á, at tað kemur í kjalarvørrinum av, at Heilsu- og Innlendismálaráðið álegði leiðsluni í Landssjúkrahúsinum at gera nakað við trivnaðin á føðideildini.
- Hetta sum nú er gjørt er púra burturvið. Serliga havandi í huga, at man hevur álagt leiðsluna at fáa trivnað í lag aftur. Tað er farið nú. Fólk eru skelkaði av avgerðini, sigur Annika Beinta Hoydal og leggur afturat, at eftir teirra tykki, so er leiðandi ljósmóður tann einasta, ið hevur arbeitt fyri at betra um trivnaðin.
- Vit hava verið nakað so væl nøgdar við hana, og allar halda at hon hevur gjørt alt hon kann. Og so er hon tann einasta, ið hevur gjørt nakað fyri okkara trivna á Landssjúkrahúsinum.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, men hann sigur, at leiðslan hevur als onga viðmerking til persónsmál.









