Fyrsti dysturin í 24. umfari í Premier League hevur verið í dag. Meistararnir úr Liverpool eru í kreppu og tað bleiv staðfest í dag, tá liðið tapti 3-1 móti Leicester City.
Liverpool var á odda 1-0 við máli frá Mohamed Salah, men í 78.minutti skramblaði alt saman. Fyrst sleppa Liverpool við skrekkinum, tá dómarin fyrst dømdi brotsspark, men tað bleiv umdømd til fríspark beint uttanfyri brotssteigin.
James Maddison sendi frísparkið í mál. Ein løtu var ivamál, um tað var rangstøða, men úr VAR-rúminum bleiv sagt, at tað var ikki rangstøða. Tað er Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool ikki samdur í.
- Eg havi sæð støðuna umaftur og skilji kki hví myndin verður steðga, beint áðrenn James Madisson rakar bóltin. Eg haldi ikki tað er rangstøða, faktist, so haldi eg haldur ikki tað er brotsspark. Eg haldi at Harvey Barnes tveitur seg, segði Jurgen Klopp eftir dystin.
Bara tríggjar minuttir seinni gekk heilt galið. Nýinnkeypið, Ozan Kabak, og Alisson Becker misskilja hvønn annan. Tað endar við eini nærmast komiskum samanstoyti og Jamie Vardy kann lættliga skora til 2-1. Løtu seinni er fallið fullgjørt, tá Harvey Barnes lættliga skorar til 3-1.
Leicester City er nú nummar tvey og hevur vunnið á fleiri av teimum stóru, so tað er ikki úrslitið í dag, sum ger at Liverpool er í kreppu. Tað er gongdin seinastu tíðina, og hátturin, ið Liverpool misti allan dystin á gólvið upp á sjey minuttir.
1 | Man City | 22 | 15 | 5 | 2 | 43:14 | 50 |
2 | Leicester | 24 | 14 | 4 | 6 | 42:26 | 46 |
3 | Man Utd | 23 | 13 | 6 | 4 | 49:30 | 45 |
4 | Liverpool | 24 | 11 | 7 | 6 | 45:32 | 40 |
5 | Chelsea | 23 | 11 | 6 | 6 | 38:24 | 39 |
6 | West Ham | 23 | 11 | 6 | 6 | 34:28 | 39 |
7 | Everton | 21 | 11 | 4 | 6 | 34:28 | 37 |
8 | Tottenham | 22 | 10 | 6 | 6 | 36:22 | 36 |
9 | Aston Villa | 21 | 11 | 2 | 8 | 36:24 | 35 |
10 | Leeds | 22 | 10 | 2 | 10 | 38:38 | 32 |
11 | Arsenal | 23 | 9 | 4 | 10 | 27:23 | 31 |
12 | Southampton | 22 | 8 | 5 | 9 | 29:37 | 29 |
13 | Crystal Palace | 23 | 8 | 5 | 10 | 27:39 | 29 |
14 | Wolves | 23 | 7 | 6 | 10 | 23:31 | 27 |
15 | Brighton | 23 | 5 | 10 | 8 | 25:30 | 25 |
16 | Newcastle | 23 | 7 | 4 | 12 | 25:38 | 25 |
17 | Burnley | 22 | 6 | 5 | 11 | 14:29 | 23 |
18 | Fulham | 22 | 2 | 9 | 11 | 17:31 | 15 |
19 | WBA | 23 | 2 | 6 | 15 | 18:54 | 12 |
20 | Sheffield Utd | 23 | 3 | 2 | 18 | 15:37 | 11 |