Illa kroysta postfelagið í Danmark, danska deildin av PostNord, hevur um fáar vikur ongar pengar eftir, skrivar Børsen.
Danska fíggjarmálaráðið avsannar, at talan er um bráðfeingis gjaldføristørv.
Børsen hevur upplýsingarnar frá fleiri keldur við innliti í ein loyniligan fund í Fíggjarmálaráðnum.
Ráðið avvísir tó, at felagið er í akuttum peningatørvi.
– Arbeitt verður framvegis við eini langsiktaðari loysn fyri PostNord, verður sagt.
Her er eitt yvirlit yvir søguna hjá postfelanum, kreppuna og bjargingarætlan:
* Danski og svenski staturin eiga í felag PostNord.
* Norðurlendski postrisin varð skaptur í 2009 við eini samanlegging av Post Danmark A/S og svenska Posten AB.
* Svenski staturin eigur 60 prosent av felagnum, meðan danski staturin eigur 40 prosent.
* Síðani túsundáraskiftið eru brævnøgdirnar í danska felagnum minkaðar við 80 prosentum.
* Nógv posthús eru stongd seinastu árini. Samstundis er porto'in vorðin dýrari.
* Í februar legði PostNord ein roknskap fyri 2016 við einum rastrarhalli upp á beint oman fyri eina milliard svenskar krónur.
* Felagði væntar sama undirskot í 2017 og í 2018 – eitt undirskot, felagið sjálvt við fíggja, verður sagt.
* PostNord misti umleið 750 milliónir svenskar krónur fyrra hálvár í 2017 á virksemið í Danmark. Harvið økist bløðingin, sum var tvífalt so stór, sum somu tíð í fjør.
* PostNord Danmark hevur 10.000 fólk í starvið, og felagið hevur síðani 2013 gjørt skerjignar svarandi til umleið 3.000 fulltíðarstørv.
* Minkandi brævanøgdirnar merkja, at PostNord Danmark er í kreppu. Tað er tí tørvur á eini umlegging av felagnum
* Tí hevur PostNord biðið eigararnar um 2,3 milliardir krónur til eina bjargingarætlan, sum skal umleggja felagið.
* Komandi árini fer PostNord at skera millum 3.500 og 4.000 fulltíðarstørv burtur, av teimum 500 í fyrisitingini.
* PostNord væntar, at størsti parturin av skerjingunum verður gjøgnumførdur innan næstu tvey til trý árini.
* Skerjingarnar í starvsfólkatalinum eru ikki bíligar. Hálvársroknskapurinvísir útreiðslur upp á 300 milliónir krónur til »avvikling av starvsfólkum«.
Keldur: PostNord og Ritzau.
/ritzau/