Kreppan hevur skift bústað

Soltnu úrslitini, sum NSÍ var plágað av fyrstu umførini, eru nú at finna á Skála, har teir tríggja tær seinastu ferðirnar hava tapt oyggjauppgerðir

Fótbóltur

Venjarin skal avsigast, og spælararnir duga einki. Sovorðið prutlaði undir lokinum í Runavík, tá ið NSÍ eftir fýra tey fyrstu umførini bara hevði fingið fýra stig. Nú er vent í holini. NSÍ hevur spælt fýra ferðir afturat. Tríggjar ferðir hava teir fingið fulla úrtøku, í Gøtu fingu teir eitt stig, og eftir kommunusigurin móti Skála á heimavølli mikukvøldið eru teir stutt frá at vera orduliga við í kappingini um plássið, sum teir undan kappingarbyrjan søgdu, at teir áttu at spæla við um.
Skálamenn fóru við ongum úr Runavík. Teir taptu 2-1, og teir hava fingið tvey stig burturúr fimm teimum seinastu royndunum. Tað kundi líkst kreppu á Skála, men teir siga seg framvegis hava mót um, at tað skal bera til at venda gongdini.
- Vit trýstu fyri at fáa javnleik móti NSÍ, men tað miseydnaðist. Í 1. hálvleiki vóru teir omaná, men eftir steðgin megnaðu vit at spæla upp ímóti teimum. Næstu ferð skulu vit spæla móti ÍF á heimavølli, og tá vóna vit, at fyritreytirnar fara at verða betri, sigur Pauli Poulsen, hjálparvenjari á Skála.
Tá ið hann tosar um fyritreytirnar, so hugsar hann um manningina. Í fjør var Skála flúgvandi. Tá nýttu teir í átta teimum fyrstu umførunum tólv spælarar. Í ár er eingin endi á skaðalistanum. Mikukvøldið vóru Jónhard Frederiksberg, Alexandur Johansen og Borgar Kristiansen uttanfyri við skaða. Pætur Dam Jacobsen var bæði leikbannaður og skaddur. Stutt undan steðginum noyddust bæði Bjarni Jørgensen og Teitur R. Joensen av vøllinum, tí teir vóru skaddir!
- Vit vóna, at tað nú fer at venda. Pauli G. Hansen var vongverji í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var hann á vanliga miðvallarplássinum, og tað vísti seg, at hann er komin fyri seg aftur. Tað hevur stóran týdning, sigur Pauli Poulsen.

NSÍ bragdligt
NSÍ legði optimistiskt og ágangandi fyri. Ofta vóru sendingarnar langar. Tær vóru ikki altíð so neyvar, men viðhvørt eydnaðist konseptið. Annar parturin var at nýta dýpdina og stinga fram ímillum til Christian Høgna Jacobsen og Sonna L. Petersen, sum hesa ferð var annar av álopsmonnunum í 4-4-2 uppstilling.
Hin parturin var at toga spælið sundur og royna við diagonalbóltum. Tað eydnaðist viðhvørt, serliga tá ið Brynjolvur Nielsen royndi at finna Andy Olsen í hinum borðinum.
- Tað er altíð neyðugt at fokusera á næstu uppgávuna. Sjálvandi er tað lættari at venja, tá ið tað gongur, sum tað hevur gjørt tær seinastu ferðirnar heldur enn, tá ið tað gongur, sum tað gekk fyrstu umførini. Eg visti, at vit áttu at megna meiri. Nú hava vit funnið fasta uppstilling, og tað er kapping um plássini. Hesa ferð vóru Dánial Hansen og Óli Hansena burturstaddir, men tað gekk kortini væl, staðfestir væl nøgdi Trygvi Mortensen, sum í løtuni neyvan er plágaður av tosi og tutli um, at hann skal leggja kongin.
NSÍ megnaðí at spæla seg til málmøguleikar, men Sonni
Sonni L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen høvdu møguleikar í opnum spæli. Sonni setti hol á við stútara eftir horna.
Eftir steðgin legði Skála fyri sum óløgi. Debus Danielsen hevði beinanvegin gyltan møguleika at javna, men Jens Martin Knudsen bjargaði meistarliga við nærra stólpan. Fyri Skála var tað sum pøs av køldum vatni, tá ið Bogi Løkin fimm metrar uttanvert brotsteigarmarkið smekkaði returbólt í málið til 2-0. NSÍ spælararnir høvdu tó ikki fingið armarnar niður aftur, tá ið spenningur kom í aftur. Bogi Gregersen sneiddi framvið trimum og eftir innlegg var Borgar Kristiansen, sum stutt undan steðginum var noyddur at fara á vøllin, fyrstur á. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Borgari í bestu deildini.
Skála royndi eftir eina stiginum. NSÍ helt tætt, krepputosið í Runavík er burtur, og á Skála hava teir ikki mist mótið. Eftir tap í trimum oyggjauppgerðum á rað siga seg síggja fram móti ljósari tíðum. Tá ið ÍF kemur á Skála um stóra viku skal skútan vendast!


NSÍ-Skála 2-1 (1-0)
1-0: Sonni L. Petersen 26.
2-0: Bogi Løkin 55.
2-1: Borgar Kristiansen 56.