Kreppan heldur fram: 14 ljósmøður sjúkrameldaðar

71 prosent av ljósmøðrunum eru antin langtíðar sjúkrameldaðar ella hava sagt seg úr starvi.

Kreppan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum stendur við og versnar. 71 prosent av ljósmøðrunum, ið eru føstum starvi ella eru fastir avloysarar, eru í løtuni langtíðar sjúkrameldaðar ella hava sagt seg úr starvi. Tað upplýsir Rannvá Simonsen, næstforkvinna í Ljóðsmøðrafelag Føroya.


- Seytjan ljósmøður eru í føstum starvi á deildini, meðan fýra ljósmøður virka sum fastir avloysarar. Av teimum seytjan ljósmøðrunum í føstum starvi eru fjúrtan langtíðar sjúkrameldaðar, meðan ein hevur sagt seg úr starvi. Av teimum fýra føstu avloysarunum eru tvær, ið eru langtíðar sjúkrameldaðar, sigur Rannvá Simonsen.


Størvini hjá teimum sjúkrameldaðu ljósmøðrunum eru í staðin mannað við útlendskum vikarum, meðan leiðslan á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar royna at finna eina semju.


Fríggjadagin var felagið á fundi við Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, fyri at finna eina loysn.


- Vit hava eina lítla vón um, at málið verður loyst skjótt, tí leiðslan sigur seg arbeiða við tí, men hædd verður ikki tikið fyri hvussu man skapar besta tilboðið til barnakonur í Føroyum, og vit hava framvegis ikki fingið svar upp á hví barnakonuøkið í Føroyum ikki kann hava ljósmøðraleiðslu, sigur Rannvá Simonsen.


Í síðstu viku sendi felagið eisini ein fyrispurning til Heilsumálaráðið um at loysa ósemjuna, men enn hevur felagið hvørki fingið svar upp á kæruna, ið bleiv send ráðnum í apríl, ella upp á nýggja fyrispurningin.