Kreppan ger matin dýrari

Altjóða fíggjarkreppan hevur havt við sær, at nógvar matvørur eru dýrkaðar, og tað rakar serliga tey, sum hava ov lítið frammanundan ST sigur í einari frágreiðing, at í Afrika eru fleiri milliónir fólk meint rakt av teimum dýru matvørunum, og at fleiri hava ilt við at breyðføða seg og síni.

Men tað er ikki bara Afrika, sum er meint rakt av teimum hækkandi matvøruprísunum. Støðan er tann sama í Norðurkorea, Gasa-geiranum, pørtum av Kina og summastaðni í Mið- og Suðuramerika.

ST ávarar samstundis um, at tey versnandi livikorini kunnu elva til mótmæli og ófrið ymsastaðni kring heimin.