Í hvussu er vísir ein nýggj kanning, at búskaparskrædlið í landinum hevur fingið íslendingar at liva sunnari. Teir roykja minni, drekka minni og eta minni góðgæti. Og so sova teir eisini meiri nú enn undan kreppuni.
Hetta er niðurstøðan í einari kanning, sum lærdi háskúlin í Reykjavík hevur gjørt saman við trimum hægri lærustovnum í USA.
Úrslitið vísir eitt nú, at í 2007 festu 19 prosent av íslendingum sær í hvønn dag, men at tann parturin var komin niður á 14,2 prosent í 2010. ? ?Tinna Laufrey Ásgeirsdóttir, hagfrøðingur við lærda háskúlan í Reykjavík, hevur verið við til at gera kanningina, og hon er ikki í iva um, at kreppuárini hava havt jaliga ávirkan á liviháttin hjá íslendingum.
?-Fólk brúka minni av tí, sum er óheppið fyri heilsuna og leggja størri dent á tað, sum gagnar heilsuni, sigur hon.