Kreppan fekk italiumann at gera enda á lívinum

Ein 54 ára gamal maður doyði í gjár á einum sjúkrahúsi í Rom av skaðanum, sum hann fekk, tá hann setti eld á seg tann 11. august uttan fyri italska tjóðartingið (myndin) fyri at gera vart við sítt stríð ímóti arbeiðsloysi.

Tað eydnaðist nøkrum løgreglumonnum at sløkkja eldin við eldsløkkjarum, men kortini hevði Angelo di Carlo brunasár um 85 prosent av kroppinum, og í gjár doyði hann.

Angelo di Carlo hevði verið arbeiðsleysur í longri tíð og var komin í fíggjarligar trupulleikar, tí hann kundi ikki fáa stuðul. Støðugt fleiri fólk í Italia stríðast við arbeiðsloysi orsakað av kreppuni, og um somu tíð er skatturin hækkaður og stuðulin skerdur, tí tað almenna skal hava tamarhald á teirri ovurstóru skuldini.

Í seinastuni hava italskir fjølmiðlar fleiri ferðir skrivað um, at fólk taka lívið av sær, og at tað er kreppan, sum tekur lívsvónina frá fólki.