Kreppan er av, hurra!

Danmark blómar, og tað gevur føroyskari íverksetan og gransking góðar møguleikar. - eisini við tilknýti til Suðuroynna.

Danmark blómar, og tað gevur føroyskari íverksetan og gransking góðar møguleikar. - eisini við tilknýti til Suðuroynna.


Tað gongur væl í Danmark. Danski Javnaðarflokkurin hevur megnað at fingið Danmark úr sváru figgjarkreppuni. Arbeiðsloysið er lágt, fleiri eru á arbeiðsmarknaðinum, rentan er metlág og danska vinnulívið letur væl at. Harumframt fer oljuprísurin næstu tvey árini at vera lágur.


Góði búskapurin letur eisini upp fyri nógvum møguleikum fyri føroyingar. Møguleikum, sum eitt føroyskt javnaðarumboð, sum stuðul hjá eini danskari javnaðarstjórn, kann vera við at menna enn meir.

KT-vinnan, medicinalfeløg, reiðarí og onnur stór feløg standa í menning og hava tørv á verkfrøðingum og granskarum. Danskir kapitalgrunnar hava váðafúsan kapital, sum væl kundi fíggjað føroyskar granskingarverkætlanir og íverksetan. Til dømis kann eg nevna ambitiøsa taraprojektið hjá Agnes Mols, telduspøl hjá okkara ungu telduserfrøðingum, Dism hjá Erlingi Eidesgaard og mangar aðrar verkætlanir, sum vónandi kunnu staðsetast í Suðuroynni.

Eisini spírandi føroyska filmsvinnan eigur at merkja ágóðan av drúgvu donsku filmsroyndunum, bæði við stuðuli og vitan. Her kann nevnast danska filmsvinnufelagið, Zentropa, Det danske filminstitut og onnur, sum vit kundu fingið samstarv við.

Endamálið er ikki at útflyta føroyingar ella føroysk hugskot, men at lata ríkisfelagsskapin ganga báðar vegir og fáa danskar fyritøkur til Føroya! Tað er ein fyrimunur, um vit fáa lut í teirra vinnuvitan (know-how) og fáa arbeiðspláss til landið, ið virka eftir føroyskari lóggávu og eru skipað undir føroyskum sáttmálum.

 

Hesum vil eg virka fyri.


Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum