Kreppan er av í heyst

Greinarar hjá Danske Bank meta, at seinna hálvár í ár verður búskaparvøkstur í Danmark Tað skrivar heimasíðan, epn.dk.

- Fallið í nýtstluni og útflutninginum er at kalla burtur, og spakuliga hóma vit positivar tendensir verður sagt í frágreiðing, sum heimasíðan hevur fingið hendur á.

Samanlagt verður talan helst um eina búskaparminking upp á 3,5% í ár í mun til 2008, men hetta stavar fyrst og fremst frá búskaparfallinum í fjør heyst og í vár.

Víðari skriva greinararnir, at búskaparvøksturin í 2010 helst verður um 0,8%, og at árinini av fíggjarligu átøkunum veruliga koma til sjóndar í 2011.