Læknar og sálarfrøðingar óttast nú, at fíggjar- og búskaparkreppan, fer at elva til fleiri sjálvmorð millum fólk, sum missa alt og fara á húsagang. Longu nú veit danska blaðið Jyllands-Posten um um trý ítøkilig dømi, har menn hava tikið seg av døgum, og hava latið tey avvarðandi vita, at orsøkin var fíggjarkreppan.
Enn er bert talan um einstøk dømi, og tær fimm donsku ráðgevingarnar fyri fólk, sum eru í vanda fyri at taka lívið av sær, hava ikki fingið fleiri áheitanir enn.
Men Merete Nordentoft, professari og yvirlækni á Psykiatrisku deild á Bispebjerg Hospital, hevur longu sæð tey fyrstu teknini.
- Hetta kemur ikki dátt við hjá okkum, tí vit rokna við tí. Vit vita frá granskingini innan sjálvmorð, at fólk, sum missa alt, avgjørt eru í vanda fyri at taka lívið av sær, sigur hon.