Stóri amerikanski íløgubankin Lehman Brothers er um at fara av knóranum Tann trongdi amerikanski fíggjarmarknaðurin hevur fingið eina kreppu afturat, tí í nátt varð boðað frá, at íløgubankin Lehman Brothers fer at biðja um at vera lýstur á húsagang. Samstundis ljóðar, at Bank of America skal keypa íløgubankan Merill Lynch, skrivar Ritzau.
Lehman Brothers, sum til fyri stuttum var tann fjórðistørsti íløgubankin í USA, hevur ligið í samráðingum við bretska bankan Barcleys um møguligt keyp, men bretski bankin kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann er ikki hugaður at keypa. Orsøkin er, at amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at bjarga Lehman Brothers.
CNN sigur, at Lehman Brothers fer at venda sær til myndugleikarnar seinnapartin við fráboðan um, at felagið er farið av knóranum.
Virðið á partabrøvunum í Lehman Brothers er minkað 88 prosent tað seinasta hálva árið.