Kreppa á Toftum

B68 hevði ivaleyst ætlað sær ein leiklut í oddinum hetta kappingarárið, men eftir avrikið móti VB er ilt at ímynda sær toftamenn við heiðursmerkjum. Hinvegin tykjast føroyameistararnir úr Vági als ikki at hyggja aftur um bak

 

B68-VB 1-4 (0-2)


1. deild


Longu undan kappingarársbyrjan vóru flestu fótbóltsheilarnir samdir um, at B68 so avgjørt fór at teljast millum tey drúgvastu í bestu mansdeildini hetta árið. Felagið hevur styrkt sær væl um hópin, og tí kundi eisini roknast við, at talan væl kundi gerast um eina betran av triðja plássinum, sum liðið vann sær í fjør.

Byrjanin upp á árið kundi tó væl verið betri, tí hóast ein ikki skal rokna við stigum á útivølli móti HB, so bendii avrikið tá á, at liðið hjá B68 enn ikki hevur funnið rættiliga saman. Helst skuldi hetta betrast, tá føroyameistararnir úr Vági komu á vitjan sunnudagin. Sjálvandi eitt stórt tak, men hinvegin verður VB ikki mett at vera eins sterkt í ár, sum í fjør. Esiini hóast liðið ikki hevur verið fyri nøkrum ógvusligum broytingum síðani gullárið í fjør.


Tunnligt í álopinum

Fyrstu løtuna royndu teir á heimaliðnum eisini at gera alt, til tess at hótta mótstøðumálið. Súni Fríði Johannesen var við aftur, eftir at hava verið skaddur, og tað var eisini um reppið, at hann alt fyri eitt legði heimaliðið á odda.

Føroyameistararnir úr Vági lótu seg tó á ongan hátt skelka av harðligu byrjanini, og tá teir so brádliga fingu møguleika at leggja seg á odda, tóku teir alt fyri eitt av. Hetta hendi, tá Jan Petersen gleið, og úrslitið av øllum ruðuleikanum varð, at Robert Cieslewicz kundi senda bóltin í kassan.

Hetta tóktist at vera júst tað, sum VB hevði tørv á. Eitt av sterkastu vápnum teirra hevur nevnliga verið kontraspælið, og við einum máli meira enn mótstøðan, skuldi liðið væl fyri at praktisera hetta spælið.

Hetta merkti eisini, at vit í stórum løtum av fyrra hálvleiki sóu toftamenn trilla runt við bóltinum, uttan at teir kortini rættiliga vistu, hvat teir skuldu royna. Verjan hjá VB var væl skipað, og burtur sæð frá Arnold Joensen, sum royndi at flákra nakað, so bendi einki á, at toftaálopið skuldi fáa stuðul nakra staðni frá.


Keturnar slitnaðu

Tað, sum eisini gjørdi uppgávuna hjá vágbingum lættarni enn neyðugt, var, at so at siga eingin samanhangur var millum keturnar á liðnum hjá B68. Gloppið millum verju, miðvøll og álop tóktist í fleiri førum gapandi stórt, og ógvusligasta avleiðingin av hesum var, at tað snøgt sagt gjørdist ómøguligt hjá toftamonnum at leggja nakað skipað trýst. Tá alt liðið ikki flytir seg sum ein eind, verður alt ov lætt hjá mótstøðuni at spæla seg úr trongdum støðum, og tí hevði VB at kalla ongar trupulleikar at halda B68 frá málinum.

Undantakið var so tá Øssur úr 16 metrum smekkaði til fyrstu ferð, men bólturin tók tvørtræið ístain fyri meskarnar. Spurningurin er so, hvønn mun hetta hevði gjørt, tí tá hevði VB longu tvífaldað leiðsluna.

Enn einaferð var eitt persónligt mistak hjá B68 orsøk til málið. Oleif Joensen, sum avgjørt ikki hevði ein av sínum bestu døgum, seldi seg fullkomuliga í nærdysti við Robert Cieslewicz. Pólverjin stakk ímillum til landsmannin og venjaran, og tá skot hansara tók í stólpan, var Marek fyrstur á returinum.


Ringur dagur

Sum nevnt omanfyri, so hevði Oleif Joensen so avgjørt ikki ein av sínum bestu døgum. Verjuleikarin átti so avgjørt eisini sín leiklut í triðja VB málinum. Mistakið var meinlíkt tí, sum førdi til 2-0 málið. Hesa ferð var tað Marek, sum fekk fyrimun av mistakinum, og tá bólturin so varð stungin inn um verjuna, kundi Krzyztof smoyggja sær fram við málverjanum áðrenn hann skoraði úr spískum.

Løtu seinni var dysturin so liðugur hjá Oleifi, eftir at hann í hevnisøku gjørdi seg inn á VB venjaran. Linjuverjin hevði sæð, hvat gekk fyri seg, og so var einki annað at gera hjá dómaranum enn at geva reyða kortið.

Nú skal Oleif tó ikki á nakran hátt einsamallur fáa ábyrgdina fyri tapið hjá B68. Flestu spælararnir hjá B68 snøgt sagt kappaðust um at gera persónlig mistøk. Mistøk, sum ikki hoyra heima á einum oddaliðið, og støðan á Toftum verður kanska eisini undirstrikað av, at tað í stóran mun vóru berandi kreftirnar, sum gingu á odda í hesum.

Tað var ikki fyrr enn eftir útvísingina, at nakað av ferð kom á spælið hjá B68. Kanska legði VB seg ov langt aftur á nú, og við eitt sindur av hepni, kundu toftamenn kanska skapt spenning um úrslitið. Fleiri vildu nevnliga vera við, at B68 skuldi fingið meira enn einsamalla brotssparkið, sum varð tillutað Mortani Hansen. Løtu seinni varð Arnold nevnliga feldur, men helst gjørdi hann ov nógv av, tá hann lat seg detta, og tí helt dómarin bara, at spælið skuldi halda áfram.

Eftir hetta royndu toftamenn at leggja enn meira í álopspartin. Øssur Jacobsen setti nakað av ferð á, tá hann kom inn, og við at flyta Hans Fróða niðan í álopið vónaði Jóannes Jakosen kanska, at meira tyngd fór at koma í álopsspælið. Tað kom tað kanska eisini, men hinvegin gjørdist tunnligt í verjupartinum, og í seinastu minuttunum kundu vágbingar so skora vakrasta málið í dystinum. Jón Pauli var ávegis móti baklinjuni, tá hann fintaði alla verjuna við at spæla Tórð Holm leysan við hælinum. Tórður dróg nakað, áðrenn hann legð bóltin fyri føturnar á Marner Richard, og fangaðurin var stórur, tá hann hegnisliga legði bóltin til rættis í B68 málinum.


Sterkir meistarar

Tá alt hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at tað skal einki takast frá VB, sum fekk eitt frálíka gott úrslit sunnudagin. Teir vunnu dystin, tí teir vóru so nógv tað betra liðið á vøllinum sunnudagin.

Í verjupartinum vóru teir sera væl skipaðir, álopini gingu skjótt niðaneftir, og so dugdu teir í nógv størri mun at arbeiða sum eitt lið. At teir soleiðis alla tíðina drógu eina felags línu, var fremsta orsøkin til, at toftamenn høvdu so ilt við at spæla seg til møguleikar. Tá alt liðið flytir seg sum ein eind, viðvirkar hetta, at fjarstøðan millum leikararnar verður minni, og tí vísti tað seg nærum altíð, at spælararnir høvdu uppbakning frá í øllum førum einum leikara.

Hetta var ein av høvuðsorsøkum fyri FM-heitinum hjá VB í fjør, og megnar liðið at halda fast um hetta, verða teir í øllum førum ikki lættir at syfta av trúnuni. Størsti vandin er kanska, at spælararnir fara at taka sær av løttum, nú teir eru meistarar, men mett eftir hesum dystinum, er tann vandin so avgjørt ikki til staðar. Enn hava teir ikki á nakran hátt slept endanum, og eins og teir endaðu kappingarárið í fjør, so eru teir aftur í ár at finna ovast á stigatalvuni.


B68-VB 1-4 (0-2)

0-1: Robert Cieslewicz 8

0-2: Marek Vierzbicki 24

0-3: Krzystof Popczynski 51

1-3: Øssur Hansen (br.) 58

1-4: Marner Richard 90


Dómari: Petur Hansen (LÍF)


B68: Magnus Poulsen ? Hans Fróði Hansen, Jan C. Dam, Oleif Joesnen ? Arnold Joensen, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Mortan Hansen

VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Janus Kjærbo, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen ? Krzyztof Popczynski, Robert Cieslewicz