Kreppa í Serbia

Sambært serbiskum fjølmiðlum sýtir Vojislav Kostunica, forsætisráðharri, fyri at kalla stjórnina saman til fundar at taka støðu til eitt uppskot um ein sáttmála við ES. Orsøkin sigst vera, at forsætisráðharrin er ímóti sáttmálanum, meðan meirilutin av samgonguni tekur undir við sáttmálanum. Sum skilst vil Kostunica ikki góðtaka sáttmálan, tí eftir hansara tykki bindur sáttmálin Serbia til at viðurkenna, at Kosovo fær sjálvstýri. Við at góðkenna sáttmálan kann Serbia tí gerast tað fyrsta landið, sum viðurkennir Kosovo, skal Kostunica hava sagt.