Kreppa í Rosenborg

Tíðin er farin, tá ið Rosenborg var nógv tað sterkasta felagið í Noregi. Í fjør hevði Rosenborg eitt hálvvánaligt kappingarár, og aftur í ár eru úrslitini ikki til vildar. Í gjárkvøldið tapti Rosenborg eyðmýkjandi 3-0 á heimavølli ímóti Ham-Kam, og hetta er annað tapið í ár á heimavøllinum í Trondheim, sum plagdi at verða nakað heilt serligt.
VG skrivar, at kreppufundur skal verða í felagnum í dag, og har skulu venjari og spælarar tosa um støðuna, nú liðið hevur fingið 14 stig í 10 dystum. Í fjør fekk Per Joar Hansens sekkin sum venjari hjá Rosenborg, eftir at liðið fekk 15 stig í 10 teimum fyrstu 10 dystunum. Nú eitur venjarin hjá Roseborg Per-Mathias Høgmo.