Kreppa orsøk til minni dálking

Føroyska útlátið av veðurlagsgassum minkaði seks prosentstig frá 2007 til 2008. Hóast fegin um minkingina, er Umhvørvisstovan skeptisk. Størsta orsøkin er høgir oljuprísir og ein liggjandi fiskifloti

Umhvørvi

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Útlátið av veðurlagsgassum minkaði við góðum seks prosentstigum frá 2007 til 2008, og útlátið frá fiskiflotanum minkaði við góðum 25 prosentstigum.

Eisini sæst ein lítil minking í útlátinum av veðurlagsgassum frá privatu húsarhaldunum, meðan útlátið frá akførum, sum annars hevur verið støðugt vaksandi síðan 1990, stóð í stað.

Eisini sæst ein lítil minking í útlátinum frá handlum og stovnum.

Í fyrstu atløgu kundi ein freistast at sagt, at føroyingar eru vorðnir meira umhvørvisvinarligir.

Men um tú hyggur eftir veruleikanum handan tølini, sum eru takksom at arbeiða við, er tað ein onnur mynd, ið kemur til sjóndar.


Skeptisk um gongdina

Útlátið av veðurlagsgassum tekur útgangsstøði í 1990 og gongur fram til nú. Eindirnar eru uppgjørdar í tonsum av veðurlagsgassum. Um tú hyggur eftir gongdini frá 1990, tá útlátið varð beint omanfyri 700.000 tons, sæst, at tað í kreppuni fellur ógvusliga, niður í góð 570.000 tons. Spakuliga sum kreppan hæsar av, veksur útlátið, og í ár 2000 fara vit upp um aftur 700.000 tons. Vøksturin heldur fram, og í 2007 var útlátið beint omanfyri 800.000 tons. Í 2008 fellur útlátið niður í 750.000 tons.

Í 2008 byrjaði fíggjarkreppan, og okursprísir á olju fingu skjótt stóran part av fiskiflotanum at liggja. Hetta er í høvuðsheitum eisini orsøkin til, at útlátið minkaði niður í 750.000 tons.

Jóhanna Olsen, sum er deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at hóast tey eru fegin um, at útlátið er minkandi, eru tey skeptisk, tí høgi oljuprísurin kann hava so stóra ávirkan.

- Vit hava ikki júst verið so ófør at seta tiltøk í verk, og vandin er, at so skjótt búskaparligu útlitini verða betri, vaksa oljunýtslan og útlátið aftur, sigur hon.


SEV brendi meira

Ein stór øking í útlátinum av veðurlagsgassum var at síggja hjá SEV. Høvuðsorsøkin til hetta er, at árið í 2008 ikki hilnaðist serstakliga væl til at vinna sum mest burturúr varandi orkukeldunum.

Minni avfall og meira stilli, umframt at brek gjørdi at vindmyllurnar stóðu stillar eina tíð, gjørdi, at SEV noyddist at framleiða meira ravmagn við olju.

Hinvegin hava vit eisini sæð, at alsamt fleiri húski leggja um frá at brúka olju at hita húsini við, til hitapumpur, sum vinna hita úr luftini við hjálp av ravmagni.

Men hóast størsti parturin av ravmagninum verður framleitt úr tungolju, sum er dálkandi, fegnast Jóhanna Olsen um, at samfelagið so líðandi verður elektrifiserað.

- Tað er ein gongd, sum vit ynskja at síggja, at húsarhald verða minni heft av oljuni og fara meira yvir til at nýta ravmagn sum orkukeldu. Tað merkir so at vit eru í gongd við eina elektrifisering av samfelagnum. Hinvegin, so má ravmagnsframleiðslan eisini fylgja við og verða meira grøn. Tí er tað øgiliga týdningarmikið, at vit fáa ein nógv størri part av varandi orku inn á okkara ravmagnsnet, sigur Jóhanna Olsen.


Meira tilvitað um dálking

Jóhanna Olsen fegnast tó um, at seinnu árini eru føroyingar vorðnir alsamt meira tilvitaðir um orkunýtslu og orkusparing.

- Tosið um veðurlag og útlát av veðurlagsgassi fyllir øgiliga nógv hjá okkum. Vit hyggja eftir orkunýtslu og vit royna at minka. Tað síggja vit ein tendens til. Við at økja um tilvitanina hjá fólki, kunnu vit minka um útlátið av veðurlagsgassum, kunnu vit minka út við 10 prosent av útlátinum, men tað stendur ikki einsamalt, sigur Jóhanna Olsen.


Kundu verið meira ambitiøs

Hóast Føroyar við seinastu minkingini eru við at nærkast støðinum í 1990, sum er útgangsstøðið í Kyoto-sáttmálanum, heldur Jóhanna Olsen, at vit saktans kundu verið meira ambitiøs í yvirskipaða veðurlagspolitikkinum.

- Eg haldi sjálv, at vit kundu verið meira ambitiøs. Men tað hevur nakað við hvørjar semjur vit kunnu fáa, og tað er øgiliga týdningarmikið at vit arbeiða fram móti at hava nakrar breiðar semjur og nakrar semjur, sum halda. Og tað trúgvi eg, at um man hevur eina breiða politiska semju, so er tað størri møguleiki fyri at hon heldur. So tað er eitt gott stig á leiðini. Men vit steðga ikki her, hetta er bara fyrsta stig. Vit mugu til at hugsa nógv longur fram, eisini longri enn 2020. Hvat gera vit tá? Vit síggja, at samfelagið er alt ov bundið at oljuni, og tað er ein alt for stórur samfelagsligur trupulleiki, so tí mugu vit gera nógv fyri at minka um tað, at vit eru so heft at oljuni, staðfestir Jóhanna Olsen.



Myndartekstur: At høgi oljuprísurin í 2008 fekk stóran part av flotanum at liggja eitt tíðarskeið, umframt at flotin minkaði gjørdi, at samlaða útlátið av veðurlagsgassum hjá føroyingum minkaði við tilsamans seks prosentstigum (Savnsmynd)