Luis Enrique tók í summar við sum venjari hjá FC Barcelona. Tað byrjaði væl og katalanska stórliðið legði seg tíðliga á odda í La Liga. Men nú lúrir kreppan, eftir at Barcelona hevur tapt tveir dystir upp í slag, skriva spanskir miðlar.
Sambært grein í blaðnum AS, so eru spælararnir ónøgdir við taktikkin, ella mangul upp á tað saman, í El Clasico uppgerðini móti Real Madrid, har Barcelona tapti heldur greitt 3-1. Ein ónevndur spælari skal hava sagt, at teir onga veruliga ætlan høvdu undan dystinum.
Onnur hava heft seg við, at Jeremy Mathieu, sum kom til felagið úr Valencia og hevur spælt í miðverjuni allar dystirnar, eftir dystin segði seg verða bilsnan av, at hann brádliga skuldi spæla á vinstra bakki móti Real Madrid, uttan at hava fingið nakað at vita undan dystinum.
Eftir tapið fyri Real Madrid, tapti Barcelona eisini fyri Celta Vigo á Camp Nou farna vikuskiftið. Her sat kendi miðverjin, Gerard Pique, á áskoðaraplássinum, tí hann í einum óalmenninum katalanskum steypadysti móti Espanyol í vikuni brúkti fartelefon á bonkinum.
Hetta verður eisini sæð, sum at venjarin ikki hevur tamarhald á skiftirúminum. Luis Enrique er væl dámar millum viðhaldsfólkini fyri síni avrik sum spælari í felagnum, men í løtuni bendir ymiskt á, at hann hevur torført við at yvirføra góðu avrikini sum spælari til avrikini sum venjari. Onnur halda, at tað bara er ein stormur í einum lítlum glasið, tí Barcelona er tvey stig frá Real Madrid á fysta plássi.
Johan Cruyff hartar Barcelona
Fyrrverandi stórspælarin og venjarin í felagnum, Johan Cruyff hartar leiðsluna í Barcelona. Hann sigur, at felagið ikki longur hevur líka stórt virðið millum fólkið kring heimin. Hann vísir millum annað til leikbannið, sum Barcelona hevur á flytingarmarknaðinum, sum er ein revsing fyri kreativa bókføring í samband við keypið av Neymar.
- Eg eri keddur av at síggja Barcelona fara soleiðis. Vit hava mist nógva viðurkenning kring heimin. Við samstarvinum við Unicef var Barcelona diamanturin í fótbóltsheiminum, og øll vildu síggja Barcelona, sigur Johan Cruyff.
Hann vil tó ikki geva Luis Enrique skyldina fyri vánaligu gongdina seinastu dystirnar. Johan Cruyff vísir eisini á, at Barcelona í níggju ár við Frank Rijkaard og Pep Guardiola bara hevði tveir venjarar, meðan felagið seinastu trý árini hevur havt tríggjar venjarar (Tito Vilanova sála, Gerardo Martino og Luis Enrique).
Barcelona skal í kvøld spæla móti Ajax í fjórða umfari í Champions League.










